Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Episodes
18 episodes
Skannarin: Brýggj um heimsins nalva
Slipsið hjá Williami fekk eina føling av alheiminum, merkti tað óendaliga, men liggur nú trygt undir Varða. Eru eyguni ein sentimetur frá nalvanum ber til at hyggja inn í nalvan og njóta hann, sum hann er skaptur, men til ber eisini at hyggja h...
•
Season 3
•
Episode 8
•
28:13
Einatala í fimm tímar sum Public Service
Hvørji krøv eigur Kringvarpið at seta, tá sendingar verða keyptar inn í húsið? Er nakað sum eitur góðskukrøv ella eru tað minuttirnir sum telja?Samrøða við Barbaru Samuelsen, leiðara á Mentanardeildini í KvF, um sendingarnar Elianssonur.
•
Season 3
•
Episode 7
•
50:09
Kríggj í miðlunumn
Duga føroyskir miðlar nóg væl at hava haldgóðan og neyvan journalistikk um kríggj og verju?Í Skannaranum hesaferð tosa vit við Eyðnu Skaale, retorikara, um orðaval í kríggi, Dánjal Højgaard, fyrrverandi journalist, um eina ávísa KVF-samr...
•
Season 3
•
Episode 6
•
55:11
Tríggjar spurningar til Ursulu - so er nóg mikið
Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini vitjaði eina langa løtu í Føroyum ávegis til Grønlands, men - sum tað var sagt av Løgmansskrivstovuni - ynskti ES bara tríggjar spurningar á tíðindafundi, og ES ynskti, at danska TV2 skuldi spyrja e...
•
Season 3
•
Episode 5
•
35:51
Kvinnustríð í New York og kirkjuni
Altjóða kvinnustríðsdagur, sum allar løgtingskvinnurnar halda í New York, og sjálvandi fellur Facebook-dómstólurin sín dóm – oyðsl og blint samfelagssinni.Í Kringvarpinum skulu tey næstsu árini eggja til meira javnstøðu millum kynini. Ei...
•
Season 3
•
Episode 4
•
40:02
Nýggj mál sett fyri Kringvarpið
Í tríggjar tímar viðgjørdi løgtingsfólk nýggja public service-sáttmálan, sum er gjørdur millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.Orðaskiftið fevndi bæði um, hvørjar bygdir Kringvarpið eigur at dekka, og hvussu Kringvarpið skal megna at draga un...
•
Season 3
•
Episode 3
•
1:05:10
Skannarin: Vitlíki og trúvirði
Vitlíki kann hava risastórar fyrimunir og vansar við sær, og fyri miðlarnar er átrokandi at vísa etiskt fyrilit og at hava gjøgnumskygni í nýtsluni av vitlíki.Regin Berg, fakligur skrivari í Etiska ráðnum sigur, at ráðið fer at koma við...
•
Season 3
•
Episode 2
•
56:49
Fær Klaksvík órættvísa viðferð í KvF
Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur var í kringvarpinum og greinaði støðuna, har privat vinnulívsfólk í Norðoyggjum hava givið Klaksvíkar Sjúkrahúsið ein skannara.Hetta fekk øði í fleiri klaksvíkingar, tí Súsanna Olsen eisini er býráðslimu...
•
Season 3
•
Episode 1
•
50:21
Sjúrður loysir av móti journalistum (10)
Sjúrður Skaale, fóllkatingslimur, finnst í Skannaranum hvassliga at samrøðu hjá Jón Brian Hvidtfeldt, verti, við Árna Gregersen, viðmerkjara, í Degi og viku um innanhýsis viðurskifti í samgonguni, tá talan er um fiskivinnusamstarvið við Russlan...
•
Season 2
•
Episode 10
•
40:55
Skannarin (9): Spjaðingin veksur fyri hvørt kríggj
Spjaðingin millum fólk tykist bara at vaksa, og pressan er týðandi leikari. Eitt kríggj fyri og annað eftir fær okkum ofta at fara í ein part og halda lítið um ella fordøma hin partin.Á álvarsemisstiganum liggur tað eitt sindur lægri, me...
•
Season 2
•
Episode 9
•
1:02:54
Skannarin 2.0 (8): Kapping um heimleys og stýrdur dekningur av figgjarlógini
Samskiftisfólk í aðalráðunum senda ótal av penum stubbum um fíggjarlógina til vikuskiftisraktar miðlar, sum slúka góðbitarnar rátt.Men søgurnar um heimleys í høvuðsstaðnum bogna ikki fyri modernaðum samskiftisfólkum, og vit upplivdu brád...
•
Season 2
•
Episode 8
•
41:28
Skannarin 2.0 (7): Møsnið hjá Honnu Jensen á veg inn aftur á ting
Ein danskur sosialministari hevur biðið um umbering fyri viðferðina, sum sjúklingar í donsku serforsorgini fingu. Umberingin var send beinleiðis í Norðurlandahúsinum, tí føroyingar eisini vóru millum sjúklingarnar. Men eiga føroysku myndu...
•
Season 2
•
Episode 7
•
44:14
Skannarin 2.0 (6): Katrin Petersen: Eg vildi nakað annað, tí gavst eg
Katrin Petersen er summargestur í Skannaranum."Eg vildi arbeiða við orðum og evnum, sum fevndu breiðari enn evnini, ið granskarar á lærdum háskúlum arbeiða við. Tí valdi eg journalistútbúgvingina."Katrin Petersen er givin sum journalist...
•
Season 2
•
Episode 6
•
55:07
Skannarain 2.0 (5): Lítil áhugi fyri politiskum journalistikki
Beinta Løwe, fyrrverandi løgtingskvinna og journalist, er summargestur í Skannaranum hesaferð.Tá hon var løgtingskvinna, helt hon, at journalistar, høvdu ov lítlan áhuga fyri politiskum journalistikki.Men leggur hon afturat, tað er raðf...
•
Season 2
•
Episode 5
•
41:22
Skannarin 2.0 (4): Journalistar hava skeivan áhuga
Skannarin er farin í summarham og hevur summargestir.Fyrsti gesturin – ein núverandi politikari – heldur, at journalistar bara hava áhuga i politiskum evnum, sum ikki eru á dagsskránni.Helgi Abramsen, løgtingslimur fyri Sambandsfl...
•
Season 2
•
Episode 4
•
48:21
Skannarin 2.0 (3): Nevna nøvn á kommunulæknum
Skannarin hesaferð viðger avgerðina hjá sjónvarpinum í Kvf at nevna nøvnini á tveimum kommunulæknum, sum hava arbeitt (ov) nógv. Skulu sjúklingar verjast móti læknum, sum taka (ov) nógvar eykavaktir, spyrja vit Georg L. Petersen, tíðindaleiðara...
•
Season 2
•
Episode 3
•
53:52
Rættur keppur skal á viðmerkjarar
Viðmerkjarar til mong ymisk fakøki eru vanlig amboð í journalistikki. Men hvussu verða viðmerkjararnir brúktir, og hvussu síggja og brúka viðmerkjararnir sín leiklut?Annars heldur Skannarin, at Tróndur Vatnhamar í Kringvarpi Føroya alt f...
•
Season 2
•
Episode 2
•
59:11