Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Skannarin: Brýggj um heimsins nalva
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Slipsið hjá Williami fekk eina føling av alheiminum, merkti tað óendaliga, men liggur nú trygt undir Varða. Eru eyguni ein sentimetur frá nalvanum ber til at hyggja inn í nalvan og njóta hann, sum hann er skaptur, men til ber eisini at hyggja hinvegin – kanska heilt út í rúmdina – kanska læra av umheiminum.
Samrøða við Philip Róin, sum umvegis Danmarks Radio, setur Asia – og serliga Kina – í frásjón, so vit skulu skilja heimin betur. Og Annika Olsen granskar í sínum nalva.
Skannarin brýggjar seg um frásjónina - bæði ta stóru og okkara egnu evarsku lítlu.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com