Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Skannarin 2.0.1 tekur fepurin av pressuni
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Skannarin hevur nú fingið eftirnavnið 2.0 og verður almannakunngjørdur á VP.fo.
Enn sum áður er Øssur Winthereig vertur við Brynhild Thomsen sum gestaverti.
Og nógvir pressuspurningar eru at seta og fáa svaraðar.
Hví spyr ein fyrrverandi løgmaður um, hví journalistar altíð skulu vera so kritiskir, og hví teir ikki lurta meira eftir, hvat tær stóru fyritøkurnar í Føroyum siga? Passar tað, at Bakkafrost ikki sleppur framat við sínum boðskapi?
Hví valdi Kringvarpið ikki at fara á ríkisfundin í Nuuk, men heldur at spyrja løgmann og journalist hjá KNR um, hvat hendi í grønlendska høvuðsstaðnum?
Og hvat var tað fyri ein serlig heilsan, sum danski fútin hevði til føroyskar journalistar í samrøðu við føroyska Frihedsbrevet?
Eisini verður roynt at fáa landsstýriskvinnuna í miðlamálum at útgreina, hvat hon ætlar við setninginum í samgonguskjalinum, har tað stendur, at “miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast”.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com