Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Skannarin 2.0 (4): Journalistar hava skeivan áhuga
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Skannarin er farin í summarham og hevur summargestir.
Fyrsti gesturin – ein núverandi politikari – heldur, at journalistar bara hava áhuga i politiskum evnum, sum ikki eru á dagsskránni.
Helgi Abramsen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin, er fyrsti summargesturin.
Summargestirnir eru journalistar, sum hava valt at gera okkurt annað enn journalistikk.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com