Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Fær Klaksvík órættvísa viðferð í KvF
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Súsanna Olsen, samfelagsfrøðingur var í kringvarpinum og greinaði støðuna, har privat vinnulívsfólk í Norðoyggjum hava givið Klaksvíkar Sjúkrahúsið ein skannara.
Hetta fekk øði í fleiri klaksvíkingar, tí Súsanna Olsen eisini er býráðslimur í Havn fyri Framsókn.
Ein, sum gjørdist firtin, var Jógvan Skorheim, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvík. Hann er í okkara Skannara saman við Katrini Petersen, tíðindaleiðara í Kringvarpinum.
Og hvat hugsaði politiið, tá tey løgdu mynd út av einum manni, sum hevði brotið ein rút í Listasavninum. Heri Andreasen, leiðari á kriminaldeildini hjá politinum, sigur at tað var álvarsamari enn tað.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com