Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Skannarin 2.0 (7): Møsnið hjá Honnu Jensen á veg inn aftur á ting
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Ein danskur sosialministari hevur biðið um umbering fyri viðferðina, sum sjúklingar í donsku serforsorgini fingu. Umberingin var send beinleiðis í Norðurlandahúsinum, tí føroyingar eisini vóru millum sjúklingarnar. Men eiga føroysku myndugleikarnir eisini at biðja um umbering? Vit tosa við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, sum heldur, at vit í Føroyum ikki eiga at tváa hendur okkara í donsku umberingini.
Hví vil Hanna Jensen, tingkvinna, brádliga bara tala við sínar veljarar við fornmálilskum hjá fiktiva Tróndi í Gøtu? Og hví eru tað tíðindi, at løgreglan sigur, at einki er hent yvirhøvur, og at eingin hevur gjørt nakað galið?
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com