Skannarin 2.0

Skannarin 2.0 (8): Kapping um heimleys og stýrdur dekningur av figgjarlógini

Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen Season 2 Episode 8

Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri

Samskiftisfólk í aðalráðunum senda ótal av penum stubbum um fíggjarlógina til vikuskiftisraktar miðlar, sum slúka góðbitarnar rátt.

Men søgurnar um heimleys í høvuðsstaðnum bogna ikki fyri modernaðum samskiftisfólkum, og vit upplivdu brádliga aftur, hvussu gagnlig kapping er fyri journalistisku góðskuna.

Steinar Patursson, sum hevur arbeitt á næstan øllum privatum miðlum, langar dyrnar aftur til bransjuna og fortelur eina óunniliga søgu um ómøguligar arbeiðsumstøður í privatu miðlunum, sum sambært honum liggja í smæsta smildri.

Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com