Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Skannarin 2.0 (3): Nevna nøvn á kommunulæknum
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Skannarin hesaferð viðger avgerðina hjá sjónvarpinum í Kvf at nevna nøvnini á tveimum kommunulæknum, sum hava arbeitt (ov) nógv. Skulu sjúklingar verjast móti læknum, sum taka (ov) nógvar eykavaktir, spyrja vit Georg L. Petersen, tíðindaleiðara. Høgni Hoydal, landsstýrismaður, velur í samrøðu í Breddanum í útvarpinum at brigsla pressuni fyri dekning av sær sjálvum, og Uni Holm Johannesen, løgtingslimur (og fyrrverandi journalistur), hevur hugskot til, hvussu politiska skipanin kann royna at bjarga veika føroyska journalistikkinum.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com