Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Skannarin: Vitlíki og trúvirði
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Vitlíki kann hava risastórar fyrimunir og vansar við sær, og fyri miðlarnar er átrokandi at vísa etiskt fyrilit og at hava gjøgnumskygni í nýtsluni av vitlíki.
Regin Berg, fakligur skrivari í Etiska ráðnum sigur, at ráðið fer at koma við tilmælum um vitlíki skjótt.
Vit hoyra eisini, hvat Barbara Holm, ábyrgdarstjóri á Frihedsbrevet.fo, sigur um hetta fyrsta árið, har nýggi miðilin hevur roynt at fóta sær í Føroyum.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com