Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Skannarin (9): Spjaðingin veksur fyri hvørt kríggj
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Spjaðingin millum fólk tykist bara at vaksa, og pressan er týðandi leikari. Eitt kríggj fyri og annað eftir fær okkum ofta at fara í ein part og halda lítið um ella fordøma hin partin.
Á álvarsemisstiganum liggur tað eitt sindur lægri, men broytingar í strandferðsluprísunum spjaða okkum eisini og spjaðir politikarar. Sjálvur løgmaður mátti upp í leikin og við álvarsorðum bað politikarar halda seg burtur frá miðlunum, tí tað oyðilegði møguleikan at finna eina loysn.
Alfred Petersen, sum var semingsmaður frá 1993 til 2011, hugleiðir um leiklutin hjá miðlunum, tá sáttmálasamráðingar ella verkfall eru.
Vakrar ætlanir, vøkur lýsingarorð og bjørt CO2 tøl, men er nálareygað á redaksjónunum ov vítt, tá tíðindaskrivini frá fyritøkunum koma sendandi á netinum? Júst journalistikkur um veðurlagsbroytingar sær út til eisini at spjaða – kanska so nógv at miðlar aftra seg at brúka fulla orku á tí økinum – ella kanska eru ov fá sum duga.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com