Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Kvinnustríð í New York og kirkjuni
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Altjóða kvinnustríðsdagur, sum allar løgtingskvinnurnar halda í New York, og sjálvandi fellur Facebook-dómstólurin sín dóm – oyðsl og blint samfelagssinni.
Í Kringvarpinum skulu tey næstsu árini eggja til meira javnstøðu millum kynini. Eitt amboð til hetta er at telja, hvussu nógvar kvinnur eru við og hvussu nógvir menn eru við – sum vertir, sum gestir, sum luttakarar yvirhøvur.
Gestir í Skannaranum: Liljan Weihe, løgtingskvinna og Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum.
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com