Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Einatala í fimm tímar sum Public Service
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Hvørji krøv eigur Kringvarpið at seta, tá sendingar verða keyptar inn í húsið? Er nakað sum eitur góðskukrøv ella eru tað minuttirnir sum telja?
Samrøða við Barbaru Samuelsen, leiðara á Mentanardeildini í KvF, um sendingarnar Elianssonur.
Nýggj kanning vísir, at vitlíki dugur at býta føroyskar tíðindagreinar í postivar, negativar ella nevtralar. Kann tað brúkast til nakað?
Og so eigur Norðlýsið at skifta navn til "Bloggurin há Jóhan".
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com