Skannarin 2.0
Skannarin er eitt poddvarp, ið viðger miðlarnar í Føroyum, og viðger mál, sum eru frammi í løtuni. Endamálið við poddvarpinum er fyrst og fremst at lyfta almenna orðaskiftið. Málið er eisini, at føroyingurin skal fáa innlit í, hvussu journalistikkurin verður framdur í konkretum málum, ið eru frammi. Harafturat er málið at hvessa krøvini til ordiligan journalistikk - og ikki minst; at eggja til fjølbroytni í journalistikkinum í Føroyum. Vertir eru: Øssur Winthereig og Brynhild Thomsen. Skannarin finst eisini á Spotify og Apple. Hevur tú viðmerkingar til sendingina, ber til at senda teldupost til skannarin2022@gmail.com
Skannarin 2.0
Nýggj mál sett fyri Kringvarpið
Send okkum viðmerking ella eitt hugskot. Tað verða vit glað fyri
Í tríggjar tímar viðgjørdi løgtingsfólk nýggja public service-sáttmálan, sum er gjørdur millum Kringvarpið og Mentamálaráðið.
Orðaskiftið fevndi bæði um, hvørjar bygdir Kringvarpið eigur at dekka, og hvussu Kringvarpið skal megna at draga ungdómin at sær.
Fjølmiðlanevndin er kærustovnur hjá fólki, sum kenna seg illa viðfarin av miðlunum. Hóast nevndin fær lutfalsliga eins nógvar kærur sum líknandi nevndir uttanlands, so kundi forkvinnan hugsa sær fleiri, so miðlarnir fingu greiðari mørk.
Gestir: Rógvi Olavson, formaður í Kringvarpsstýrinum og Ingrid Bjarnastein, forkvinna í Fjølmiðlanevndini
Viðmerkingar ella hugskot kunnu sendast til skannarin2022@gmail.com